Fyri at mynstra umborð á skipi, skalt tú hava eina gildiga heilsuváttan frá einum góðkendum sjóvinnulækna. Hjá okkum er góðkendur lækni.
Tá tú kemur til viðtalu, skal tú svara nøkrum spurningum á einum skjali og læknin ger eina heilsukanning, har hon m.a. kannar blóðtrýsti, sjónina og landi.
Tá tú kemur til viðtalu, skal tú hava hetta við:
Brillur
Linsur og linsuvatn
Eina landroynd
Pening uml. kr. 800.
Sjófartsbók, um tú eigur eina