Kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár og menn 12-17 ár kunnu koppsetast ókeypis móti HPV.
Koppsetingin fer vanliga í hesi røð:
Aldur 15-28 ár:
1. Koppseting dag 1
2. Koppseting umleið 2 mánaðir eftir fyrstu koppseting
3. Koppseting umleið 4 mánaðir eftir aðru koppseting
Koppsetingarnar skulu verða givnar í seinasta lagi innanfyri 1 ár.
Aldur 12-14 ár:
1. Koppseting dag
2. Koppseting min. 5 mðr., men tó maks. 13 mðr. eftir fyrsta prik.
Koppsetingin verður tilmæld, áðrenn ein verður eksponeraður fyri smittu tvs. áðrenn ein gerst kynsliga/seksuelt virkin.
Kvinnur eldri enn 28 ár gjalda sjálvar fyri koppsetingina.