Koyrikort

Í samband við útflýggjan av koyrikorti, skal tú hava eina heilsuváttan frá lækna. 

Tá tú kemur til viðtalu skal tú svara nøkrum spurningum á einum skjali og m.a. sjónin verður kannað. Minst til at hava brillur/linsur, passmynd, sum ikki er eldri enn 2 ár og kr. 400,00 við, tá ið tú kemur til viðtalu.

Nærri upplýsingar um útflýggjan av koyrikorti, eru at finna á heimasíðuni hjá Akstovuni.