Fyri at mynstra umborð á skipi, skalt tú hava eina gilduga heilsuváttan frá einum góðkendum sjóvinnulækna.
Tá tú kemur til viðtalu, skalt tú svara nøkrum spurningum á einum skjali, og læknin ger eina heilsukanning, har hann m.a. kannar blóðtrýstið, sjónina og landið.
Tá tú kemur til viðtalu, skal tú hava hetta við:
Brillur
Linsur og linsuvatn
Eina landroynd
Pening 800 kr.
Sjófarsbók, um tú eigur eina