4 læknaviðtalur í Skálafjarðar læknadømi

Skálafjarðar læknadømi er nú uppstigað til fýra kommunulæknar. Við hesum hevur borgarin fingið eina væl betri tænastu og læknarnir mannsømilig kor at virka undir. Borgarstjórarnir við fjørðin og HIMR eru komu ásamt um hesa raðfesting, samstundis sum Løgtingið játtaði neyðuga peningin.

Læknaviðtalur eru til tríggjar kommunulæknar á Heilsumiðstøðini í Runavík og til ein kommunulækna í viðtaluhølunum á Strondum og virka hesar undir felags heitinum Heilsudepilin við Skálafjørðin.

Kommunurnar í økinum eru samdar um, at nýta verandi viðtaluhøli, í Runavík og á Strondum. Tað hevur ligið í kortunum, at umstøðurnar skulu broytast soleiðis, at rúm verður fyri fýra viðtalum í Heilsumiðstøðini í Runavík, tá ið koyrandi er ígjøgnum undirstjóvartunnilin. Hetta er framvegis ætlanin. Greitt er kortini ikki hvussu hetta skal skipast fíggjarliga, tá ið fráboðaninar frá landsstýrinum hava verið heldur ógreiðar í seinastuni.

 

1. februar 2018 byrjaði Joan Skibenæs í føstum starvi sum kommunulækni í læknaviðtalu 2. Við hesum eru føstu kommunulæknarnir í læknadøminum: Kári Rasmussen og Joan Skibenæs. Hesi hava læknaviðtalur í Heilsumiðstøðini í Runavík.

 

Frá 19. februar 2018 bleiv kommunulæknaviðtala 3., sum hevur verið aðru hvørja viku á Strondum og í Runavík, flutt til at vera á Strondum hvørja viku, og fekk hon heitið Kommunulæknaviðtala 4.

T.v.s. at læknaviðtala 1, 2 og 3 eru í Runavík og læknaviðtala 4 er á Strondum.

Frá mánadegnum 12. mars 2018 vóru allar 4 læknaviðtalurnar mannaðar.

Viðtalurnar í Skálafjarðar læknadømi eru hesar:

 

Kommunulæknaviðtala I
Kári Rasmussen, kommunulækni
Mýravegur 4
620 Runavík

 

Kommunulæknaviðtala II
Joan Skibenæs, kommunulækni
Mýravegur 4
620 Runavík

 

Kommunulæknaviðtala III
Skiftandi kommunulæknaavloysarar
Mýravegur 4
620 Runavík

 

Kommunulæknaviðtala IV
Skiftandi kommunulæknaavloysarar
Fløtuvegur 1
490 Strendur

 

Nú ein nýggj læknaviðtala var skipað í økinum fyriskipaði Heilsutrygd, í samráð við kommunulæknarnar, fyri flyting av sjúklingum til fjórðu læknaviðtaluna, soleiðis at hon fekk eitt hóskandi tal av sjúklingum. Flytingarnar vóru í mestan mun gjørdar alt eftir hvar ið borgarin hevur bústað. Hetta fingu viðkomandi borgarar boð um síðst í viku 10 og í viku 11.

Heilsutrygd lýsur javnan kommunulæknastørvini í læknaviðtalu 3 og 4 leys, fyri at fáa fastar kommunulæknar at røkja allar viðtalurnar sum skjótast.

 

Fyribils verða viðtalur 3 og 4 mannaðar við kommunulæknavloysarum.