Fyri at mynstra umborð á skipi, skalt tú hava eina gildiga heilsuváttan frá einum góðkendum sjóvinnulækna.
Tá tú kemur til viðtalu skal tú svara nøkrum spurningum á einum skjali, og læknin ger eina heilsukanning, har hann m.a. kannar blóðtrýstið, sjónina og landið.
- Brillur
- Linsur og linsuvatn
- Landroynd
- Pening 1000 kr í reiðum peningi
- Sjófarsbók, um tú eigur eina
Vit gera eisini eina kropsliga kanning og máta hædd og vekt.
Ein heilsuváttan til sjófólk er í mesta lagi galdandi í 2 ár. Tað kunnu vera viðurskifti, sum gera, at heilsuváttanin er galdandi í eitt styttri tíðarskeið.
Heilsuváttanin kann brúkast, um tú siglir undir føroyskum, donskum ella grønlendskum flaggi.