Influenzavaccinatión

 

Vit koppseta nú ímóti beinkrími og lungnabruna. Eisini eru serligar koppsetingar móti beinkrími rættaðar til barnakonur, frá viku 12.

Barnakonur vera eisini koppsettar ímóti kikhosta frá viðgonguviku 34. Hetta tilboði er galdandi til februar 2021. 

 

Nær skal eg fara til lækna?

Influensa, krím ella beinkrím er tann vanligasta av øllum sjúkum.

Gerst tú sjúk/ur av beinkrími, er hent at vita, at sjúkueyðkennini hvørva sum oftast eftir einari viku ella so, og tá er ikki neyðugt at fara til lækna. Um sjúkueyðkennini vara í meira enn eina viku, og um tú fært fepur, ella um tú afturvendandi hevur krím, eigur tú at fara til lækna at verða kannað/ur nærri.

Meira kunning um influensa Leinkja https://www.apotek.fo/heilsa/bagir-nakað/krim

 

Barnakonur:

Er tú við barn, hevur tú í boði, at lata teg koppsetast ímóti beinkrími, uttan meirkostnað. Koppsetingin móti beinkrími verjir móður og barn.

Ein barnakona er í økum vanda fyri komplikatiónum, um hon fær influenza. Eftir áheitan frá WHO skulu allar kvinnur, ið eru við barn fáa boðið ókeypis koppseting.

https://www.ssi.dk/aktuelt/nyheder/2019/influenzavaccination-beskytter-bade-mor-og-barn