Koppseting móti HPV / Lívmóðurhálskrabba fyri gentur og dreingir

Kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár kunnu ókeypis koppsetast móti HPV/lívmóðurhálskrabba.

HPV stendur fyri Human Papilloma Virus. Tað finnast meira enn 100 sløg av HPV - harav eru á leið 15 kreftframmkallandi. HPV koppsetingin (Gardasil9), sum vit nýta í barnakoppsetingini verjur ímóti sjey ymiskum typun av HPV (16, 18, 31, 33, 45, 52 og 58), sum eru orsøk til á leið 90% av tilfeldunum av lívmóðurhálskrabba. Við at lata seg koppseta, metur man, at risikoin fyri at fáa lívmóðurhálskrabba lækkar við á leið 90% eftir koppsetingina.

HPV koppsetingin hevur eisini orsøk til ymiskar aðrar kreft formar, so sum analkreft, vaginalkreft, vulvakreft osv. 

 

Børn, sum eru undir 15 ár, tá tey fáa fyrstu koppsetingina, skulu hava 2 dosir Gardasil9. Minimumsintervallið ímillum fyrstu og næstu koppsetingina er 5 mánaðir. Koppsetingin skal vera liðug áðrenn 13 mánaðir eftir fyrstu dosis. Um so er, at intervallið ímillum koppsetingina ikki yvirheldist, skal man geva tað triðju dosisna. Minimumsintervallið millum aðru og triðju dosis er tá 3 mánaðir.

Um barnið er fylt 15 ár, ella eldri, tá fyrsta koppsetingin verður givin, skulu hava 3 dosis fordeildar soleiðis 0, 2 og 6. Minimumsinternallið millum 1. og 2. koppsetingina er 1 mða og ímillum 2. og 3. koppseting trýggjar mánaðir. Allar 2 koppsetingarnar skulu vera givnar innan 1 ár. Um tað gongur longur tíð enn tað tilmalta, skal man hava tí næstu koppsetingina skjótast møguligt. Tað verður ikki byrja av nýggjum.

 

 

1. september 2019 byrjaðu vit at koppseta dreingir frá 12 ár, fyri HPV.

HPV koppseting av dreingjum er galdandi til teir fylla 18 ár og er ein partur av barnakoppsetingarprogramminum. Eins og hjá gentum, verður fyrsta koppsetingin givin tá drongurin er fyltur 12 ár. 

 

 

Fakta um HPV

  • HPV-vaccination verjir ímóti lívmóðurhálskreft, analkreft og kynsvortir.

  • HPV-virus smittar við kynsligari kontakt - tí er HPV-koppsetingin mest effektiv, tá hon verður givin áðrenn persónurin verður seksuelt aktivur.

  • Hít verjir ikki móti smittu við HPV.

  • Á leið 4 út av 10 ungum undir 30 ár eru smittaði við HPV.

  • HPV-koppsetingin hevur somu hjáárin sum hinar koppsetingarnar í barnakoppsetingarprogramminum.

Kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár kunnu ókeypis koppsetast móti HPV/lívmóðurhálskrabba.

 

Koppsetingin fer vanliga fram yvir 6 mánaðir í hesi røð:

1. Koppseting dag 1

2. Koppseting umleið 2 mánaðir eftir fyrstu koppseting

3. Koppseting umleið 4 mánaðir eftir aðru koppseting

Kvinnur eldri enn 28 ár gjalda sjálvar fyri koppseting. 

Nærri kunning um HPV og koppseting fæst her: 

http://krabbamein.fo/Default.aspx?ID=194