Í samband við útflýggjan av koyrikorti, skal tú hava eina heilsuváttan frá lækna.
Tá tú kemur til viðtalu, skal tú svara nøkrum spurningum á einum skjali og m.a. sjónin verður kannað.
At hava við: passmynd og 300,- kr í reiðum peningi
Um tú brúkar brillur, skalt tú hava tær við til viðtaluna.
Um tú brúkar linsur, mást tú taka tær úr ½ tíma áðrenn tú kemur til viðtalu og linsurnar við.
Nærri upplýsingar um útflýggjan av koyrikorti eru at finna á heimasíðuni hjá Akstovuni
Okkurt gekk galið. Vinarliga ring til okkum ístaðin.
Takk fyri at tú segði frá.