Kvinnur í aldrinum 25-60 ár fáa uml. 3. hvørt ár eina innbjóðing til fyribyrgjandi kanning móti krabbameini í lívmóðurhálsinum.
Set teg í samband við okkum í hesum støðum;
1. Tú hevur fingið innbjóðing og ynskir tíð til viðtalu.
2. Tú hevur ikki fingið eina innbjóðing hóast trý ár eru liðin síðani seinastu kyknukanning og ynskir tíð til viðtalu.
3. Tú hevur sjúkdómstekin úr neðra.
Tað verður mælt til regluliga kyknukanning, hóast tú er koppsett móti HPV.
Nærri kunning um fyribyrgjandi kanning móti lívmóðurhálskrabba fæst her