Læknaviðtalan flytir

Mánadagin 11/4 flytir læknaviðtalan oman á Frúutrøð, Jónas Broncks Gøta 7. 
Hetta verður fyribils, inntil um- og útbyggingin í Berjabrekku verður liðug. Væntandi í fyrru helvt av 2023.

 

Telefonnummur, heimasíða og teldupostbústaður verður tann sami.