Í teiginum viðmerkingar skal tú upplýsa, hvørji tíni ørindi eru, og hvønn dag tað liggur best fyri at møta til viðtalu.
Um tú sendir tína umbøn áðrenn kl. 11 yrkadagar, svara vit vanliga tínum telduposti sama dag. Tí er umráðandi at tú kannar tín teldupost/sms boð, og avlýsir tíðina sum skjótast, um tú ikki kann møta.
Tørvar tær viðtalu sama dag, verður tú biðin um at ringja á tlf 44 10 86 millum kl. 08-09.
Læknaskrivari ella lækni viðgera omanfyri nevndu upplýsingar, til at geva tær tíð ella at endurnýggja reseptina.
Við at trýsta á bílegg tíð/send samtykkir tú, at hesar upplýsingar verða viðgjørdar um teg, og at hesar upplýsingar verða viðgjørdar í skipanini, sum veitari umsitur og rekur. Veitarin sær ikki upplýsingarnar, og upplýsingarnar verða strikaðar, eftir at tín umbøn er avgreidd.
GG: Tað er sera umráðandi at tú skrásetir rættar upplýsingar t.d. telefon nummar ella teldupost. Tað er eisini umráðandi at tú ikki skrivar meira enn neyðugt í viðmerkingarnar.
Ynskir tú at vita meira um nýtslutreytirnar sí her : Nýtslutreytir
Eg góðtaki treytirnar: