Koyrikort

Í samband við útflýggjan av koyrikorti, skal tú hava eina heilsuváttan frá lækna. 

Tá tú kemur til viðtalu skal tú svara nøkrum spurningum á einum skjali og m.a. sjónin verður kannað. Minst til at hava brillur/linsur, passmynd og 300 DKK við tá tú kemur til viðtalu.

Koyrikortið skal endurnýggjast við 75 ára aldur og javnan eftir hetta.

Nærri upplýsingar um útflýggjan av koyrikorti, eru at finna á heimasíðuni hjá Akstovuni:

www.akstovan.fo