Fyri at mynstra umborð á skipi, skalt tú hava eina gildiga heilsuváttan frá einum góðkendum sjóvinnulækna.
Hjá okkum er góðkendur lækni.
Tá ið tú kemur til viðtalu, skalt tú svara nøkrum spurningum á einum skjali. Læknin ger eina heilsukanning, har hann m.a. kannar blóðtrýstið, sjónina og landið.
Tá tú kemur til viðtalu, skal tú hava hetta við:
800,- í reiðum peningi
Sjófarsbók, um tú eigur eina
Brillur (um tú brúkar brillur)
Linsur og linsuvatn (um tú brúkar linsur og linsuvatn)
Landroynd