Koppsetan í samband við uttanlandaferð

Tá ið tú skal uttanlands, verða koppsetingar tilmældar í summum førum. 

 

Um tú ynskir at koma í viðtaluna at fáa koppsetingarnar, kanst tú bíleggja eina viðtalu, so vit saman kunna gera eina koppsetingarætlan. Bílegg eina viðtalu í góðari tíð, helst 2 mánaðar áðrenn tú skalt avstað.

 

At hava við til koppsetingarætlanina:

300,- kr í reiðum peningi og upplýsingar um hvørjar koppsetingar tú hevur fingið tey seinastu 10 árini. 

 

Læknin skrivar tær reseptir uppá koppingarevnini, ið tú keypir á apotekinum. Síðani fær tú nýggja viðtalutíð at fáa koppsetingarnar.

 

 

At hava við til koppsetingina: 

100,- kr í reiðum peningi fyri hvørja einstaka koppseting og koppingarevnið, sum tú longu hevur keypt á apotekinum. 

 

Tú kanst kunna teg um koppsetingar á hesum heimasíðunum: 
www.ssi.dk

http://rejser.ssi.dk/rejser/