Koyrikort

Í samband við útflýggjan av koyrikorti, skal tú hava eina heilsuváttan frá lækna. 

Tá tú kemur til viðtalu skal tú svara nøkrum spurningum á einum skjali og m.a. sjónin verður kannað. Minst til at hava brillur/linsur, passmynd og pening við tá tú kemur til viðtalu. Koyrikort váttan kostar 400 kr.

Koyrikortið skal endurnýggjast við 75 ára aldur og javnan eftir hetta.

Nærri upplýsingar um útflýggjan av koyrikorti, eru at finna á heimasíðuni hjá Akstovuni:

www.akstovan.fo