Kvinnur í aldrinum 25-60 ár fáa uml. 3. hvørt ár eina innbjóðing til fyribyrgjandi kanning móti krabbameini í lívmóðurhálsinum.
Set teg í samband við okkum, um tú ikki hevur fingið eina innbjóðing, ella um tú ikki fevnir um aldursbólkin 25-60 ár og ynskir eina kanning.
Tað verður mælt til regluliga kyknukanning, hóast tú er koppsett móti HPV.
Nærri kunning um fyribyrgjandi kanning móti lívmóðurhálskrabba fæst her