Bláa bók / Heilsuprógv fyri sjófólk

Fyri at mynstra umborð á skipi, skalt tú hava eina gildiga heilsuváttan frá einum góðkendum sjóvinnulækna. Hjá okkum er góðkendur lækni.


Tá ið tú fert til viðtalu, skal tú svara nøkrum spurningum á einum skjali, og læknin ger eina heilsukanning, har hann m.a. kannar blóðtrýstið, sjónina og landið.


Tá ið tú fert til viðtalu, skal tú hava hetta við:
- Brillur (um tú nýtir)
- Linsur og linsuvatn (um tú nýtir)
- Eina landroynd
- Pening
- Sjófarsbók, um tú eigur eina