Koyrikort

Í sambandi við útflýggjan av koyrikorti, skal tú hava eina heilsuváttan frá lækna.


Tá ið tú fert til viðtalu, skalt tú svara nøkrum spurningum á einum skjali, umframt at sjónin og annað verður kannað. Minst til at hava brillur/linsur, passmynd og pening við, tá ið tú fert til viðtalu.


Koyrikortið skal endurnýggjast við 70 ára aldur og javnan eftir hetta.


Nærri upplýsingar um útflýggjan av koyrikorti, eru at finna á heimasíðuni hjá Akstovuni:

www.akstovan.fo