Ynskir tú kanning fyri bløðrubruna, so kanst tú koma til viðtaluna við eini landroynd ímillum kl 08:00-15:30
(tó er steðgur ímillum kl. 09:30-10:00 og kl. 12:00-13:00)
Fyri at umvera dálkan, so er ynskiligt at man keypir og brúkar eitt sterilt landglas frá apotekinum, og at man ikki brúkar brúkt íløt heimanifrá.
Landi verur síðani kannað, og so verur avgjørt um tað skal dyrkast.
Verur landi sett til dyrkan her, so fær man svar dagin eftir frá okkum.
Til eina meira nágreinliga kanning, ella um næstkomandi dagurin er ein frídagur, so er tað neyðugt at senda prøvan til LS, og tá kemur svar fyrst um 3-5 dagar.