Heilsuprógv fyri sjófólk/bláa bók

Fyri at mynstra umborð á skipi, skalt tú hava eina gildiga heilsuváttan frá einum góðkendum sjóvinnulækna. Hjá okkum er góðkendur lækni.

Tá tú kemur til viðtalu skal tú svara nøkrum spurningum á einum skjali, og læknin ger eina heilsukanning, har hann m.a. kannar blóðtrýstið, sjónina og landið.

 

Tá tú kemur til viðtalu, skal tú hava hetta við:

  • Brillur / linsur* og linsuvatn

  • Eina landroynd

  • 800,- kr í reiðum peningi

  • Sjófarsbók, um tú eigur eina

*Brúkar tú linsur so mást tú taka tær úr ½ tíma áðrenn tú kemur til viðtalu.