Koppseting í samband við uttanlandsferð

Tá ið tú skal uttanlands, so verða koppsetingar tilmældar í summum førum. 

Tú kanst kunna teg um hvør koppseting er tilmæld á https://rejse.ssi.dk/

Um tú ynskir at koma í viðtaluna at fáa koppsetingarnar, kanst tú bíleggja eina viðtalu, so vit saman kunna gera eina koppsetingarætlan. Bílegg eina viðtalu í góðari tíð, helst 2 mánaðar áðrenn tú skal avstað.

 

At hava við til koppsetingarætlanina:

 Upplýsingar um hvørjar koppsetingar tú hevur fingið tey seinastu 10 árini. 

Læknin skrivar tær reseptir uppá koppingarevnini, ið tú keypir á apotekinum. Síðani fær tú nýggja viðtalutíð at fáa koppsetingarnar.

 

At hava við til koppsetingina:

200,- kr í reiðum peningi fyri hvørja einstaka koppseting og koppingarevnið, sum tú longu hevur keypt á apotekinum.