Koyrikort

Í samband við útflýggjan av koyrikorti, skal tú hava eina heilsuváttan frá lækna. 

Tá tú kemur til viðtalu skal tú svara nøkrum spurningum á einum skjali og m.a. sjónin verður kannað.

 

At hava við:

  • Passmynd

  • 400,- kr í reiðum peningi

  • Brillur/ linsur* og linsuvatn 

*brúkar tú linsur, so mást tú taka tær úr ½ tíma áðrenn tú kemur til viðtalu

 

Koyrikortið skal endurnýggjast við 75 ára aldur og javnan eftir hetta.

Nærri upplýsingar um útflýggjan av koyrikorti, eru at finna á heimasíðuni hjá Akstovuni.