Bráðfeingishjálp
Ring 112
Læknavaktin
Ring 1870
Coronalinjan
Ring 304040

Nýtslutreytir fyri Mínlækni.fo 

Tá brúkarin nýtir minlaekni.fo góðtekur brúkarin hesar nýtslutreytir.

Tá brúkarin nýtir hesa tænastuna er tað neyðugt at lata ávísar upplýsingar um seg. Tó er tað sjálvboðið at nýta teigin viðmerkingar.

Skal brúkari hava tíð er neyðugt at lata:

  1. Navn
  2. Føðingardag
  3. Fartelefon nr.
  4. Teldupost

Brúkarin samtykkir, at lækni og læknaskrivari viðgerð hesar upplýsingar, so brúkarin fær eina tíð tillutað. 

Um brúkarin skal endurnýggja eina resept, er neyðugt at brúkarin letur:

  1. Navn
  2. Føðingardag
  3. Fartelefon
  4. Teldupost
  5. Heilivág
  6. Hvar heiligvágurin skal heintast

Brúkarin samtykkir, at lækni og læknaskrivari viðgerð hesar upplýsingar í sambandi við endurnýggjan av heilivági. 

Tað er alneyðugt at brúkarin letur rættar upplýsingar um seg, t.d. rætt telefon nummar og teldupost adressu, soleiðis, at vit kunnu senda boðini til rættan móttakara.

 

Rættindi hjá brúkara

Tú hevur rætt til innlit í, hvørjar upplýsingar eru um teg. Tað er tó ikki altíð møguligt at gera hetta, tí skipanin strikar upplýsingarnar leypandi og dagliga, tí ber tað ikki til at hyggja eftir upplýsingum, aftur í tíð.

Tú kanst til eina og hvørja tíð taka eitt samtykki aftur við at seta teg í samband við tína viðtalu. Hetta merkir, at viðtalan má strika upplýsingar um teg beinanveg, og tískil verður umbønin eisini strika.  

Tað er sjálvboðið at nýta skipanina, og við at nýta skipanina góðtekur tú hesar nýtslutreytir.

Treytirnar kunnu broytast, uttan ávaring, tó verður hetta kunnað á heimasíðuni www.minlaekni.fo. Brúkarar hava ábyrgd av at halda seg kunnaðar um nýtslutreytirnar.

Brúkarin skal ansa eftir at Mínlækni ikki verður nýtt til ólógligt, skaðiligt ella annað líknandi virksemi. Brúkarin hevur ábyrgd av at fráboðað, um brúkarin gerst varugur við tílíkt til P/F Elektron á teldupost: sd@elektron.fo ella við at boða frá hjá egnari viðtalu/kommunulækna.